2019-09-17 17:46

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Kollafjørð í dag, har teir skulu landa.
Borgarin hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskjum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 450 tons av góðum makreli, og hava nú fiskað makrelkvotuna.
Veiðan verður landað til Faroe Pelagic, og tá ið liðugt er at landa, verður farið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har nøkur av føroysku skipunum royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald