2020-07-14 22:07

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð , í morgun, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft norðanfyri Føroyar, og hava 1400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.
Uppsjóvarskipið Norðingur landaði í gjár umleið 1700 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Teir eru nú givnir við svartkjaftinum fyri summarið, og liggja á Klaksvík. Tí kunnu vit gita okkum til, at Borgarin nú eisini gevst við svartkjaftinum á hesum sinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald