2020-06-24 21:31
Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð, í dag, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og hava 1900 tons, sum skulu landast til Havsbrún í Fuglafirði.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti er sera smáligur í løtuni, men hóast hetta, fer Borgarin aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald