Innanlands

Borgarin landar í Fuglafirði

Borgarin hevur 2300 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-13 21:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Borgarin, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, hevur fiskað 2300 tons, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder