Innanlands

Borgarin landar í Fuglafirði

Borgarin er komin á Fuglafjørð, við 2.200 tonsum av svartkjafti

Borgrin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgrin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-03-18 21:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Upsjóvarskipið Borgarin er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur. tó minkaði hann niður í einki til endans á túrinum.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder