2019-10-08 06:51
Borgarin, sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, landar í Kollafirði.
Upplýat verður, at teir hava havt góðan fiskiskap, og at teir hava 1200 tons, sum teir landa til Faroe Pelagic.
Uppsjóvarskipið Hoyvík kom á Fuglafjørð í gjár, og tá ið teir komu til lands landaði Arctic Voyager 900 tons av sild. Hoyvík sleppur framat tá ið Arctic Voyager hevur landað.
Hoyvík hevur 650 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald