2024-03-02 21:02
Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa 2.200 tons av svartkjafti.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald