2020-03-06 15:16
Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð fyrrapartin, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og hava havt góðan fiskiskap. Teir hava fiskað 2400 tons hendan túrin.
Veiðan verður landað til Havsbrún í Fuglafirði, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald