Innanlands

Borgarin skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Teir hava 2400 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-02-25 12:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava 2400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder