Uttanlands

Bretsk skip fáa minni enn triðingin av fiskinum í egnum sjógvi

Enn eitt prógv um, at tað er rætt at fara burtur úr fiskivinnusamstarvinum, siga hetlendskir fiskimenn

(Tilvildarlig mynd: EPA)

(Tilvildarlig mynd: EPA)

2020-07-09 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meira enn tveir triðingar av øllum næstan tveimum milliónum tonsunum av fiski og skeljadjórum, ið vórðu veidd í bretskum sjóøki í 2018, vórðu landað av skipum, sum ikki vóru heimahoyrandi í Bretlandi.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Dr. Ian Napier á NAFC Marine Centre í Scalloway í Hetlandi hevur gjørt.

Frá 2015 til 2018 minkaði parturin av veiðini í bretskum sjóøki, veiddur av bretskum fiskiførum við 16 prosentum, skrivar Shetnews.

Frágreiðingin kemur samstundis, sum tað frættist, at týskir myndugleikar ongar ætlanir hava um at kanna hendingina, ið fór fram 30 fjórðingar úr Hetlandi í farna mánaði, tá eitt spanskt fiskifar, skrásett í Týsklandi, royndi at oyðileggja fiskireiðskapin hjá hetlendska trolbátinum Alison Kay.

Les eisini: Ógvusligt stríð á hetlendsku fiskileiðunum 

Hendingin skapti øsing millum hetlendskar fiskimenn, sum siga at teir javnan hava verið úti fyri slíkum ágangi á fiskileiðunum í ein útnyðring úr Hetlandi.

Nýggju granskingarúrslitini hjá Dr. Napier leggja bara brenni aftur at hetlendska harmanum.

- Hetta er prógvið fyri, hvussu neyðugt tað er hjá bretsku fiskivinnuni at sleppa burtur úr felags fiskivinnusamstarvinum í ES. Tað er ikki í lagið, at triðjalond skulu fáa meira enn tveir triðingar av veiðini, ið er okkara náttúrugivna tilfeingið, sigur Simon Collins, stjóri fyri hetlendska fiskimannafelagið við Shetnews.

Bretska luttøkan í felags ES-fiskivinnusamstarvinum fer úr tildi á nýggjárinum.

Tølini hjá Dr. Napier vísa, at helmingurin av botnfiskinum – tilsamans 250.000 tons til eitt virði á meira enn 500 milliónir pund – vórðu landað av skipum heimahoyrandi uttan fyri Bretland.

Samstundir vórðu landað 1,4 milliónir tons av uppsjóvarfiski – virði 760 milliónir pund – fiskað í bretskum sjógvi. Meira enn tríggir fjórðingar av hesi mongd, og tveir triðingar av virðinum, vórðu landað av skipum uttan fyri Bretland, skrivar Shetnews.

Øll frágreiðingin sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder