Uttanlands

Ógvusligt stríð á hetlendsku fiskileiðunum

Spanskir fiskibátar royna tilvitað at leggja enda um skrúvuna hjá hetlendskum trolarum

2020-06-13 13:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er beinleiðis stríð millum spanskar og hetlendskar fiskimenn á fiskileiðunum millum Hetland og føroyska markið.

Í gjár vórðu filmar lagdir út á sosialu miðlarnar, sum vísa hvussu eitt spanskt garnaskip, skrásett í Týsklandi, tilvitað roynir at sigla fyri ein hetlendskan trolara við einum enda úr sær. Hetta skal vera ein roynd at fáa endan um skrúvuna, so hetlendingurin ikki fær siglt.

Hesir filmar føra klandurin um atgongd til fiskileiðirnar upp á eitt nýtt støði, og vísir hví hetlendskir fiskimenn eru so altráðir eftir at sleppa burtur úr Evropeiska Samveldinum og felags fiskivinnuavtaluni, skrivar Shetnews.

Stríðið millum sponsk garnaskip (grill-netters) og hetlendskar trolarar hevur gingið fyri seg í longri tíð. Hetlendskir fiskimenn hava í longri tíð víst myndugleikunum á, at teir verða forðaðir í at fiska á teirra vanligu fiskileiðum.

Hinvegin hava sponsk skip boðað frá, at hetlendingar royna at oyðileggja teirra fiskiskap við at tóva ígjøgnum teirra gørn.

- Ræðandi atburður
Men nú vísa so myndirnar frá hóskvøldinum týsk-skrásetta spanska skipið Pesorsa Dos og royndina at fáa ein enda um skrúvuna á hetlendska trolaranum, Alison Kay.

Sponsku skipini fiska lógliga í skotskum/hetlendskum sjógvi, sum partur í felags evropeisku fiskiveiðuavtaluni, men atburðurin hjá sponsku skipunum verður nú skýrdur ”ræðandi” og ”í stríð við vanligar reglur á sjónum”.

Stjórin fyri Shetland Fisherman’s Association sigur, at felagið nú fer at boða myndugleikunum frá hendingini.

Simon Collins kallar atburðin fyri ”ræðuligan” og ”ótolandi”.

- Hugsa tær støðuna, um hetlendingar uppførdu seg á henda hátt í sponskum sjógvi. Hvat hevði hent okkum?, sigur hann við Shetnews.

- Vit arbeiða saman við skotsku stjórnini um, hvat vit kunnu gera við støðuna. Men tað er ikki vit, sum eiga endaligu avgerðina á hesum leiðum. Í longdini er ikki annað at gera enn at sleppa okkum av við trupulleikan, leggur hann afturat.

Ein spurningur um trygdina á sjónum
Hetlendska Fiskimannafelagið er ímóti øllum ætlanum um møguliga at leingja skiftistíðina fyri Brexit og ynskir at Bretland er heilt úti úr ES á nýggjárinum, skrivar Shetnews.

Eisini lokali limurin í bretska undirhúsinum, Alistair Carmichael, er farin inn í málið, og krevur eitt svar frá sjóverjumyndugleikunum.

- Hetta er ikki fyrsta ferðin, at vit hava boðað frá ágangandi og vandamiklari framferð av sponskum skipum á okkara leiðum. Hesar upptøkurnar vísa, hvussu vandamikil teirra atburður er.

- Tað er ikki longur ein spurningur um at umsita fiskivinnuna. Hetta snýr seg um trygd á sjónum, og tað mugu sjóverjumyndugleikarnir gera nakað við, sigur Alistair Carmichael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder