2021-08-02 15:20
Vaktar- og bjargingarskipið Brimil er nú komið til línuskipið Eivind, sum um ellivu tíðina fyrrapartin sigldi á flesjarnar og stendur fast.
Kavarar verða nú sendir niður at hyggja eftir botninum og skrokkinum á skipinum, og ikki fyrr enn aftaná hetta verður støða tikin til hvat síðani skal henda, upplýsir MRCC fyri útvarpinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/08/02/890x590/1627907339kcehy3rwtm.jpg)
Einki bendir á, at Eivind lekur olju, men oljubyrgingar eru kortini lagar kring skipið.
Manningin er framvegis umborð á skipinum.
Sí eisini: Myndir: Siglt á flesjarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald