Innanlands

Brimil sleipaði Fiskaklett til Klaksvíkar

Trolbáturin var staddur eystanfyri Svínoynna, tá hann fekk maskintrupulleikar í kvøld

2019-08-03 22:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld mátti vaktarskipið Brimil koma trolbátinum Fiskaklettur til hjálpar, tá hann fekk maskintrupulleikar.

Báturin var staddur eystanfyri Svínoynna, og Brimil var hjá Fiskakletti klokkan 18.15, sigur vakthavandi hjá Vørn.

Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar, og klokkan 21.30 varð boðað frá, at tey vóru komin til Klaksvíkar í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder