
Ársrokniskapurin fyri 2024, sum nevndarformaðurin vegna nevndina fer at leggja fram á aðalfundinum, vísir eitt rakstrarúrslit á 1,5 milliardir krónur og úrslit eftir skatt á 645 milliónur krónur.
Nevndarformaður á Bakkafrosti er Rúni M. Hansen. Hann hevur verið nevndarformaður síðstu 16 árini. Hann kom inn í nevndina í 2009, árið fyri felagið bleiv skrásett á keypsskálanum í Oslo, og hevur sostatt verið nevndarformaður øll árini, felagið hevur verið skrásett á keypsskálanum.
Stjórn og nevnd á Bakkafrosti. Fv. Odd Eliasen, stjóri, Guðrið Højgaard, nevndarlimur, Øystein Sandvik, nevdnarlimur, Regin Jacobsen, forstjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður, Einar Wathne, nevndarlimur, Annika Frederiksberg, nevndarlimur, Teitur Samuelsen, nevndarlimur og Høgni Jakobsen, fíggjarstjóri. Alf-Helge Aarskog vantar á mynd
Nevndarformaðurin verður valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Hini í nevndini eru Øystein Sandvik, Einar Wathne, Annika Frederiksberg, Teitur Samuelsen, Guðrið Højgaard og Alf-Helge Aarskog.
Øystein Sandvik, sum hevur verið í nevndini í Bakkafrost síðani 2013, takkar fyri seg. Eingin verður valdur í hansara stað,
Sum alment skrásett felag, so er Bakkafrost eitt felag við einum breiðum eigaraskara. Størsti eigarin er norski Folketrygdfonden, sum eigur sløk 10 prosent av partapeninginum. Samtaksleiðslan í felagnum, sum eru Regin Jacobsen, Odd Eliasen og Høgni Dahl Jakobsen, eiga ávikavist 7,8, 0,3 og 0,1 prosent av partapeninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald