Innanlands

Brúkiligur fiskiskapur eftir havtasku

- Tað er mangan buldrasligt at royna við so lítlum skipi langt úr landi. Vit kunnu ikki bara fara inn at kroka í dagavís, tí gørnini skulu dragast innanfyri ásetta tíð. So tað hevði óivað verið trupult at mannað skipið, um fiskiskapurin ikki var brúkiligur, sigur Bárður Hovsgarð, skipari á Túgvusteini

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-06-10 17:41 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Túgvusteinur roynir við gørnum eftir havtasku, og fiskiskapurin er brúkiligur. Teir landaðu í Havn í gjáramorgunin og fara avstað aftur í kvøld.

- Síðstu vikurnar hava vit roynt á Skeivabanka, men fiskiskapurin minkaði burtur í lítið og einki. So fluttu vit gørnini longri vestur og fiskiskapurin er brúkiligur aftur. Hendan túrin hava vit góð 10 tons av havtasku og nakrar kassar av hvasskvoysu (pigvar). 

Tað sigur skiparin á Túgvusteini, Bárður Hovsgarð.

- Fáa vit umleið 10 tons av havtasku, er tað ein brúkiligur túrur, tí prísurin liggur omanfyri 30 kr.fyri kilo. Síðsta ár fall prísurin á havtaskuni niður móti 15 kr. kg. vegna koronu, sigur hann. 

- Vanliga fáa vit onkra hvasskvoysu av og á, men hendan túrin vóru nakrir kassar. Hvasskvoysurnar vóru bæði stórar og góðar, og prísurin lá um 100 kr. fyri kilo. Hvasskvoysurnar hjálptu tí væl til  avreiðingarvirðið, sigur hann. 

- Tað er mangan buldrasligt at royna við so lítlum skipi langt úr landi. Vit kunnu ikki bara fara inn at kroka í dagavís, tí gørnini skulu dragast innanfyri ásetta tíð. So tað hevði óivað verið trupult at mannað skipið, um fiskiskapurin ikki var brúkiligur, sigur Bárður.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Menn vóru blíðir, og høvi var eisini til Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder