- Hóast vit hava samtrolað fyrr, so er hetta fyrstu ferð vit samtrola við Føroyar.
Týsdagin komu hetlendski Opportune og skotski Helenus á Runavík. Teir samtrola eftir botnfiski við Føroyum. Umborð á Opportune høvdu teir tørv á at fáa trolið upp á land, fyri at bøta tað, og Helenus hevði onkrar smávegis mekaniskar trupulleikar.
Manningin bøtti trolið, meðan smiðir frá Uniwise í Runavík, sum eisini var agentur hjá skipunum, umvældi mekaniska trupulleikan.
Sjómanstrúboðarin stóð fyri teimum og fekk heilsa uppá manningarnar og givið teimum góðan lesnað.
Hann fekk eisini orðið á stýrimannin, á Oppertune, Grant Ervin sum segði:
- Hóast vit hava samtrolað fyrr, so er hetta fyrstu ferð vit samtrola við Føroyar. Her er væl djýpri og verri botnur, enn vit eru vanir við í bretskum sjógvi. Kortini vóna vit at gera ein brúkiligan túr.
- Vit royna av og á við Føroyar og vit vóna at kunna gera tveir túrar. Tað er mest upsi vit fáa, men nøgdin er í lagið, so tað er spennandi. Vit ætla okkum aftur til fiskiskap á midnátt, segði hann.
Skipini fóru avstað á midnátt og royna eystanfyri.
Teir fingu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald