Innanlands

Brúkiligur svartkjaftafiskiskapur

- Tá teir flestu royna við trolum, sum hava eitt gap sum er til støddar sum 2-4 fótbóltsvallir, so hevur fiskurin ikki stórar møguleikar at sleppa undan

Torvald Thomsen og John Petersen, dekkarar á Gitte Henning 1 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Torvald Thomsen og John Petersen, dekkarar á Gitte Henning 1 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-06-10 18:28 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Svartkjaftatíðin er av á hesum sinni. Vit hava fiskað kvotuna og bæði fiskiskapurin og prísurin vóru brúkiligir, so vit eru nøgdir, hóast tað altíð kundi gingið betri.

Tað siga Torvald Thomsen og John Petersen, dekkarar umborð á Gitte Henning 1.

- Tað vóru upp til 40 stór skip á fiskifeltinum samstundis, so royndin eftir svartkjaftinum er stór. Tá so teir flestu royna við trolum, sum hava eitt gap sum er til støddar sum 2-4 fótbóltsvallir, so hevur fiskurin ikki stórar møguleikar at sleppa undan, siga teir.

[object Object]Gitte Henning 1 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Nú verður óivað ein steðgur til einaferð í august, tá makrelfiskiskapurin byrjar. Vit eru væl nøgdir við skipið, og hava fingið at vitað, at manningin á Tróndi í Gøtu verður verandi umborð á Gitte Henning 1, meðan manningin á Jupiter fer umborð á Trónd í Gøtu.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð mánadagin, tá manningin hevði riggað skipið av í Runavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder