Innanlands

Brúkiligur túrur

Høvdu góðan fiskiskap fyrstu tveir dagarnar, men so bleiv minni, sigur Anfinn Cristianen, skipari á Safir

(Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-06-18 07:24 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit høvdu góðan fiskiskap fyrstu tveir dagarnar, men so bleiv minni. Vit fingu túrin inn, so tað var í lagið. Støddin á upsanum var smáfallandi at byrja við, men so batnaði støddin, segði Anfinn Christiansen, skipari á Safir í vikuni.

- Fiskiskapurin hevur annars verið smáligur í vár og í vetur, við onkrum hendinga brúkiligum degi innímillum. Tað hevur ikki verið góður samanhangandi fiskiskapur eftir upsa í langar tíðir, so tað slítur bæði uppá skip og fólk, sigur hann.

Safir samtrolar við Smaragd og skuldu fara avstað aftur í gjár.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá mennirnar.  Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn.

Jan Nón Bjartalíð, stýrimaður, og sonurin Jákup Bjartalíð, vóru eisini umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder