- Túrurin byrjaði væl við fýra góðum tóvum; so vit vóru spentir. Men tíverri minkaði fiskiskapurin soleiðis, at vit hava 380 kør, sum er umleið 230 túsund pund í fimm dagar.
Tað er hóast alt ein brúkiligur túrur, siga Brian í Gong og Karl Magni Joensen, sum sigla við Falki, sum samtrolar við Heyki.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Skipini landaðu til Faroe Origin í morgun og fara avstað aftur í kvøld. Tey royndu mest á Munkagrunninum, og tað var rímiliga stórur upsi, tey fingu.
- Vit kunnu siga, at túrarnir í ár hava verið misjavnir. Harafturat er upsaprísurin væl lægri nú enn fyri nøkrum árum síðani. Nú liggur miðalprísurin um seks krónur, meðan hann var uppi á níggju krónum fyri fáum árum síðani.
- Núverandi upsaprísurin ger, at brúkiligir túrar í nøgd í dag høvdu verið góðir túrar, tá prísurin var góður, siga Brian í Gong og Karl Magni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald