
Í morgun kom trolbáturin Búgvin á Toftir at landa. Teir høvdu verið úti í seks dagar og høvdu góðar 400 kassar.
- Vit hava roynt á landleiðini, eystur úr Svínoynni. Túrurin gjørdist góður, hóast fiskiskapurin var smáligur fyrsta dagin.
- Vit hava 170 kassar av havtasku og so hava vit flatfisk og tosk. Harafturat var sølan góð, tí vit seldu fyri góðar 400 túsund krónur, sigur skiparin á Búgvanum, Símun Grúkaskarð.
- Fiskiskapurin á Landleiðini í ár er nakað tað sama sum síðsta ár. Tað er væl meiri av havtasku at fáa í ár og nakað minni av toski.
Fyrstu túrarnar í ár var væl av tungu at fáa, men nú er minni, meðan tað hevur verið smáligt at fingið av reyðsprøku alt summar.
- Sum heild meini eg at fiskiskapurin á landleiðini hevur verið góður í ár. Vit kunnu royna á landleiðini til 7. september, so eg rokni við, at vit gera tveir túrar afturat, sigur Símun Grúkaskarð.
Fýra mans eru við Búgvanum.
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald