2019-05-14 07:57
Trolbáturin Búgvin, sum hevur havt heimstað í Leirvík seinastu árini, er seldur til Klaksvíkar.
Tað er felagið Sp/f 1.05.2018, sum hevur keypt trolbátin og loyvini, sum hoyra til.
Talan er um sama reiðarí, sum keypti trolatin Karin í fjør, sum fekk upprunanavnið, Dýrindal, aftur.
Búgvin hevur seinastu árini havt heimstað í Leirvík, har Osmund Justinussen hevur havt bátin skrásettan, eftir at hann keypti hann frá Toftum.
Báturin, sum er bygdur í 2001, fer framvegis at hava navnið Búgvin, tó skiftir hann havnanummar frá FD 82 til KG 119.
Tað eru teir tríggir Ísak Petersen, Tummas Anthoniusen og Símun Grúkaskarð, sum standa aftanfyri felagið, sum nú hevur tveir trolbátar í flotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald