P/F Christian í Grótinum hevur í dag undirskrivað sáttmála um bygging av nýggjum uppsjóvarskpi.
Tað veit Norðlýsið í dag.
Skipið sum verður 90 metrar langt og 17 metrar breitt verður nýggi Christian í Grótinum, og fer at kosta umleið 300 milliónir krónur at byggja.
Christian í Grótinum er at hava 16 RSW tangar, sum fara at rúma 3.550 m3, og skipið fer at lasta góð 3000 tons av niðurkøldum fiski.
Serstaka sniðið á skrokkinum ger, at hann hevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Tað er Karstensens skipasmiðjan í Skagen, sum hevur sniðgivið, og sum eisini stendur fyri byggingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald