Innanlands

Byrgishamar, nýggjasti bátur í flotanum

Hevur kostað umleið átta milliónir, nú hann er liðugur, sigur Atli Rygshamar frá KJ Hydraulik, sum hevur staðið fyri arbeiðinum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-08-21 21:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Ætlanin er, at Byrgishamar skal vera liðugur í dag og so latast Bakkafrosti, sum hevur keypt hann til sítt alivirksemi í Suðuroy. Báturin er 15,5 metrar langur og 7 breiður, og hevur tveir Iveco motorar á 420 hestar hvør. Báturin er ein tvíkilja, og tí er hann sum tveir bátar undir dekkinum. Hesin báturin er merktur 30 tons. Tað merkir, at 30 tons kunnu standa á dekkinum uttan trupulleikar, sigur Alti Rygshamar, frá KJ Hydraulik á Kambsdali, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

- Skrokkurin er bygdur í Litava eftir tekningum frá KJ Hydraulik og var tómur, tá hann kom til Føroyar.

KJ er byggiharri og hevur nakrar undirveitarar sum til dømis gera timbur, el- og radioarbeiðið. Báturin er væl útgjørdur og hevur sum sagt, tveir motorar og tvær skrúvur. Motorarnir kunnu bæði stýrast hvør sær og samstýrast. Harafturat hevur hann ein ljósmotor, sum eisini rekur hydraulikkin umborð.

Hann hevur 15 tons trumlu og ein krana á dekkinum, sum lyftir 50 tons pr. metur, so menninir t.d. kunnu taka akker upp og lyfta nótir úr ringunum. Báturin hevur góða nautiska útgerð, og harafturat hevur hann skerm til fóðurstýringina á fóðurflakanum, so menninir á bátinum kunnu fylgja við fóðringini.

Báturin kostar umleið 8 milliónir krónur nú, hann er liðugur, sigur Atli Rygshamar.

- Hetta er bygginummar 55, og nummar 56 liggur aftanfyri og skal eisini til Bakkafrost. Í komandi viku kemur ein, sum vit skulu gera og sum skal til Íslands. Eg meti, at Bakkafrost hevur umleið 30 av bátunum, meðan hinir eru aðrastaðni í Føroyum, Skotlandi og í Íslandi. Vanliga arbeiða tveir ella tríggir alarar við einum tílíkum báti, men viðhvørt eru teir fleiri umborð, og tí hevur hann bjargingarútgerð til 12 fólk, sigur Atli Rygshamar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni, heilsaði uppá menninar og tók nakrar myndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder