Innanlands

Carlton seldur til Portugal

Línuskipið Carlton, gamli Jákup B, sum hevur heimstað í Klaksvík er selt til eitt felag í Portugal

Savnsmynd

Savnsmynd

2021-02-23 15:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið, sum hevur ligið á Klaksvík seinasta árið, er selt av landinum.

- Eg kann vátta at vit hava selt Carlton til eitt felag í Portugal. Skipið fær heimstað í Belize, og skal fiska við Afrika, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Carlton, sum er fyrrverandi Jákup B, bleiv avloystur av einum nýggjari skipið fyri einum góðum ári síðan. Talan var um gamla Klakk, sum eisini varð blivin avloystur av einum nýggjari skipið.

Síðani hevur Carlton bara ligið á Klaksvík, og staði á sølulista, og nú eydnaðist at selja skipið.

Hanus Hansen, reiðari, ynskir ikki at viðmerkja nakran prís, men sum skilst er skipið selt fyri 2,2 milliónir krónur.

Carlton fer av Klaksvík seinni í vikuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder