Innanlands

Charles Olsen vann lutakastið um 10.000 kr.

Síðani í vár hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling hevur staðið fyri.

Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling, Charles Olsen og synirnir, og Unn V. Johannesen, samskipari

Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling, Charles Olsen og synirnir, og Unn V. Johannesen, samskipari

2019-12-14 12:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Charles Olsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling norðuri við Áir í gjár klokkan 14, tá notarius publicus trekti bjálvan millum omanfyri 100 aðrar.

Síðani í vár hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling hevur staðið fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Charles Olsen hevur fiskað nógv síl gjøgnum árið, og hann hevur trúliga sent royndir til Fiskaaling. Vinnandi bjálvin var av síli, ið varð fiskað í Sandagerði 20. mai 2019. Sílið var 19,5 cm til longdar.

Charles er tó ein sera íðin sílafiskari, og hevur tí fiskað nógvastaðni kring landið. Charles er fegin um at vinna lutakastið, og hann ætlar heilt vist at luttaka í kappingini í 2020 eisini. Hann takkaði eisini fyri tiltakið sum heild, tí tað er við til at savna inn vitan, sum okkum í alt ov stóran mun vanta viðvíkjandi føroysk síl.

Fyribils úrslit
Fiskaaling væntar at fáa nógva og góða vitan burtur úr verkætlanini. Kanningararbeiðið er longu byrjað, og nøkur úrslit kunnu longu nú siga nakað um, hvussu sílini eru fyri.

Eitt nú sigur roðslan nógv um bæði aldur og hvar sílið hevur hildið til. Her síggja vit, t.d., at summi eru leingi í feskum vatni, áðrenn tey fara á sjógv, summi fara skjótt á sjógv, meðan onnur ferðast nógv ímillum. Eisini sæst, at sílini eru best fyri í juni-august.

Nýggj kapping í 2020
Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2020. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn bjálvarnar á sama hátt sum higartil. So verður lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur í desembur 2020.

- Vit vóna sjálvandi, at undirtøkan verður góð um alt landið, sigur Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling í stuttari viðmerking.

- Í hesum umfarinum vantaði serliga at fáa upplýsingar og roðsluroyndir úr Suðuroy, Vágum og Norðoyggjum.

Verkætlanin
Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum.

Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti:

  • At áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv.
  • At lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv.
  • At samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú viðvíkjandi hita og ráki.
  • At gera nøktandi mannagongdir til innsavnan av vaksnum sjósílum, og síðani at lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár.

Verkætlanin byrjaði á vári 2019, og ætlanin er at halda fram í 2020.

Luttøkan í kappingini virkar soleiðis, at tá sílafiskari hevur fiskað eitt síl, skal hesin skriva longd og aðrar mátingar á ein brævbjálva, har eisini nakrar roðsluroyndir skuldu leggjast í. Fiskaaling brúkar síðani upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at geva størri vitan um føroysku sjósílini.

- Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder