2021-07-12 13:22
Uppsjóvarskipið Christian hevur seinastu tíðina ligið á Skála, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði og dagføringar eru gjørdar við skipið.
Christian er nú á Oyrareingjum, og fari verður á makrelveiðu seinni í dag. Júst hvar teir fara er óvist.
Christian var royndartúr í gjár, og alt gekk sum ætla, og fóru teir á Ánirnar í gjárkvøldið.
Fiskiskapurin eftir makreli hevur verið sera svingandi seinastu tíðina, men upplýst verður sagt at nógvur makrelur er at síggja, tó er hann nakað spjaddur enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald