2024-04-18 22:26
Christian í Grótinum hevur landað 3.500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.
Uppsjóvarskipið christian í Grótinum hevur landað 3.500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Christian í Grótinum fór aftur á svartkjaftaveiðu í kvøld tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald