
Íslenskt met var tikið, tá Christian í Grótinum sunnudagin landaði 3.653 tons av svartkjafti til uppsjóvarvirkið Eskja í Eskifirði í Íslandi.
Hetta er størsta last, sum er landað í íslendskari havn, skrivar uppsjóvarvirkið. Eisini er tað størsta last, sum Christian í Grótinum ført til lands síðan skipið varð latið reiðarínum í 2022.
Veiðan er fiskað í altjóða sjógvi.
-
Umboð frá uppsjóvarvirkinum handar her Boga Rasmussen, skipara, kaku í sambandi við metstóru lastina (Mynd: Eskja hf)
-
(Mynd: Eskja hf)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald