Innanlands

Christian í Grótinum landar í Fuglafirði

Christian í Grótinum mátti bíða til Tróndur í Gøtu hevði landað, áðrenn teir sluppu framat

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-02 19:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian í Grótinum kom tíðliga í morgun á fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava 2500 tons, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Christian í Grótinum fór á Ánirnar í gjár, av tí at Tróndur í Gøtu landaði 2172 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, sleppur jupiter framat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder