Christian í Grótinum landar í Fuglafirði

Christian í Grótinum hevur umleið 2100 tons

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-15 12:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið  Christian í Grótinum kom í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu, og hava umleið 2150 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Um vikuskiftið hava bæði Borgarin og Arctic Voyager eisini landa í Fuglafirði, har Borgarin hevði umleið 1500 tons og Arctic Voyager hevur umleið 1800 tons av svartkjafti.

Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder