Innanlands

Christian í Grótinum landar svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið hevur 2400 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-02 17:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í nátt á Fuglafjør, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 2400 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Tá ið liðugter at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og seinni til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder