Innanlands

Christian í Grótinum landar svartkjaft í Fuglafirði

Christian í Grótinum er komin inn við 3.400 tonsum av svartkjafti

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

2024-09-10 22:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er komið inn við svartkjafti, sum skipið landar til Havsbrún.

Christian í Grótinum hevur fiskað 3.400 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder