Innanlands

Christian í Grótinum landar svartkjaft til Havsbrún

Christian í Grótinum er komin á Fuglafjørð við 3.500 tonsum av svartkjafti

Christian í Grótinum og Norðingur á Fuglafirði (Mynd: Jan Breiðaskarð)

Christian í Grótinum og Norðingur á Fuglafirði (Mynd: Jan Breiðaskarð)

2025-03-15 10:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Norðingur var júst liðugur at landa tá ið Christian í Grótinum kom inn. Norðingur hevur landað 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder