2025-03-02 15:56

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur landað 3.564 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, sum skipið hevur fiskað vestanfyri Írland.
Talan er um størstu lastina av svartkjafti, sum er landað til Havsbrún í Fuglafirði nakrantíð.
Gamla metið átti Gøtunes, sum var 3.530 tons, og sum skipið landaði til Havsbrún í apríl 2022.
Christian í Grótinum er farin aftur á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland, har flestu føroysku uppsjóvarskipini fiska í løtuni.
Gøtunes er júst komin á Fuglafjørð við umleið 3.500 tonsum av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald