Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóðasjógvi vestanfyri Írland, og skulu landa veiðuna til Havsbrún í Fuglafirði, har veiðan verður framleidd til mjøl og lýsi.
Hjá Havsbrún er grundprísurin 1,80 krónur kilo á svartkjaftinum í løtuni, sum er eitt vet hægri enn í Killybegs, men tó lægri enn tvey virkir í Norra, sum bjóða 2,29 krónur kilo.
Í Killybegs, í Írlandi, er prísurin á svartkjaftinum 1,72 krónur kilo, og í Norra eru tvey virkir farin at bjóða ein so høgan prís, at tað nærum ikki loysir seg at keypa svartkjaft, og fleiri virkir í Norra og í Danmark hava valt at halda seg uttanfyri stríðið.
Føroysk skip skulu landa veiðuna í Føroyum, men undanfarin ár, er undantaksloyvi givið til fleiri skip, av tí at bíðitíðin í Fuglafirði kann gerast ov drúgv, og skipini koma at liggja ov leingi inni, og tí fellir góðskan á veiðuni munandi, og harvið eisini prísurin.
Skipini fiska í altjóða sjógvi hesa tíðina, men plaga tó at flyta seg í ES sjógv áðrenn tey koma í føroyskan sjógv at fiska, sum vanligvís er í apríl mánaða. Svartkjaftafiskiskapurin plagar at vara líka til juni mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald