Innanlands

Christian landar sild í Kollafirði

Christian skal landa umleið 1300 tons til Faroe Pelagic

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2021-11-22 22:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian landar í dag sild í Kollafirði.

Christian hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjogvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at Christtian slapp framat at landa tá ið liðugt var at landa Borgarin.

Christian skal landa umleið 1300 tons av sild til Faroe Pelagic. 

placeholder
placeholder