Christian í Grótinum á sølulista - kanna um áhugi er fyri einum skipi frá 2002

Jan Petersen ger tó greitt at talan er bara um at kanna um ein marknaður er fyri at selja skipið, sum er eitt sonevnt kombiskip

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-02-12 20:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er sett á sølulista. Skipið, sum er bygt í 2002, er í góðum standi, og eigararnir gera greitt, at talan er bara um at kanna um ein marknaður er fyri at selja skipið.

Ein av eigarunum, Eyðun Rasmussen, sigur í stuttari viðmerking, at meklararnir hava spurt leingi, um skipið kann setast á sølulista, og nú tá ið man hevur fingið tryggari karmar næstu 12 árini, er tað áhugavert, men enn eru nøkur ting, sum gera, at tað er eitt sindur óvist.

- Tað er sjálvandi avgjaldslógin, sum ikki er komin uppá pláss enn, men tá ið tað er sagt, so er tað nokk ikki nógv meira enn tað, sum ger at man ikki er heilt sikkur í hvat fer at henda, og forðar fyri at man kann endurnýggja seg, sigur Eyðun Rasmussen.

Eyðun Rasmussen vísir tó til Jan Petersen, stjóra.

Stjórin leggur dent á, at hóast skipið stendur á sølulista, so er tað ikki meira konkret enn tað. 

- Vit bara vita um nakar áhugi er fyri at keypa skipið. Tað eru meklararnir, sum hava strongt nokkso nógv á fyri at vita um vit eru áhugaðir í at selja, og um boðið hevði verið nóg gott, so er tað sjálvandi áhugavert, sigur Jan Petersen, stjóri.

Um nakað verður bygt ella keypt um skipið verður selt, er ein støða, sum verður tikin tá, sigur stjórin í stuttari viðmerking.

Um so er, at valt verður at byggja nýtt, er óvist um talan verður um eitt framleiðsluskip, eins og Norðborg, ella um talan verður um eitt kølitangaskip, sum og tey flestu uppsjóvarskipini í okkara flota, siga bæði Jan Petersen og Eyðun Rasmussen.

Eitt nýtt framleiðsluskip hevði kostað umleið 500 milliónir krónur at bygt, meðan eitt skip við kølitangum hevði kostað í millum 250-300 milliónir krónur.

Meklarafyritøkan, sum hevur trýst á, hevur sagt at áhugaðir keyparar eru bæði úr Grønlandi, har systurskipið Polar Amaroq hevur heimstað, og úr Russlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder