Danska uppsjóvarskipið Cattleya frá Esbjerg, kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og hava 380 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.
Frá Pelagos verður upplýst at enn er einki ávegis til teir at landa, og at flestu makrelskipini nú eru givin, og eru farin at fiska svartkjaft og onnur fiskasløg.
Eisini er tað óvist um Pelagos yvirhøvur tekur ímóti meira makreli á hesum sinni, men framvegis er einki avgjørt.
Nøkur útlendsk skip hava landað makrel til Pelagos í ár. Astrid úr Svøríki og donsku uppsjóvarskipini Isafold og Cattleya, har Isafold tó hevur munin og hevur landað nakrar lastir meira enn hini bæði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald