placeholder
Innanlands

Danskur stórreiðari riggar av: Langtíðarleigar størsta skipið til Føroyar

Gitte Henning skal skrásetast í føroyska flotanum í sambandi við leiguna, sum Varðin ger, nú Tróndur í Gøtu fer at liggja eitt knapt ár

Savnsmynd (Mynd: EMS Photo)

Savnsmynd (Mynd: EMS Photo)

2019-07-19 06:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í gjár, at Varðin í Gøtu boðaði frá, at felagið hevði leigað Gitte Henning úr Skagen til Føroya at fiska fyri Trondur í Gøtu, sum skal hava nýtt gear.

Talan er um heimsins størsta uppsjóvarskip, sum hevur kølitangar.

Gitte Henning, sum er sniðgivin av norsku fyritøkuni Salt Ship Design er einans eitt ára gamalt, skal fiska sild, makrel og svartkjaft fyri Tróndur í Gøtu, sum skal hava nýtt gear.

Dávið Jacobsen, sum er tekniskur leiðari hjá Varðanum sigur, at talan er um ein gyltan møguleika, sum teir hava fingið.

- Tróndur í Gøtu kemur at liggja í hvørtfall árið út, og kvoturnar skulu fiskast.

Reiðaríið eigur framanundan Høgaklett, sum hevur ligið leingi, men hetta skipið er munandi eldri enn Tróndur í Gøtu, og tí hevur veiðan ikki líka góða goðsku, sum er sera umráðandi fyri marknaðin hjá Varðanum.

- Vit hava verið i samband við eina meklarafyritøku, og danska reiðaríið ynskir at gera tillagingar í felagnum, og tí fingu vit hendan møguleikan, sigur Dávið Jacobsen.

Skipið fær heimstað í Gøtu í leigutíðini, men fer ikki at skifta navn.

Umboð fyri Varðan fóru til Danmarkar fyri knapt 14 døgum síðan at hyggja eftir skipinum, sum einans er eitt ára gamalt.

Kostnaðin fyri leiguna vil Varðin ikki upplýsa.

Kostar tað sama at keypa sum at byggja
Í leigusáttmálanum um Gitte Henning, hevur Varðin í Gøtu, tryggjað sær forkeypsrættin til Gitte Henning, sum er bygt í Norra, og handað reiðarínum í Skagen í apríl í fjør.

- Hetta er ein púra vanlig mannagongd, og soleiðis arbeiðir vinnan, sigur Dávið Jacobsen, sum ger púra greitt, at hóast teir hava forkeypsrættin til skipið, so er tað ikki sikkurt at skipið verður verandi í føroyska flotanum aftaná sáttmálin gongur út.

Dávið Jacobsen ynskir ikki at upplýsa nakran prís um keyp av Gitte Henning, av tí at enn er tað bara í sáttmálanum, men sigur, at um tað skuldi hent, at teir keyptu skipið, so var tað sami kostnaður um talan var um at byggja eitt nýtt skip, men tann parturin tekur trý ár.

- Tað hevði sjálvsagt verið ynskiligt at bygt eitt nýtt skip, so fekk man innrætta tað júst soleiðis, sum man ynskti, men fortreytirnar eru ikki fyri tí, og tí er hetta næst besti møguleikin hjá okkum í løtuni, sigur Dávið Jacobsen.

Hava roynt at selt Jupiter
Eitt av eldru skipunum hjá reiðarinum er Jupiter, sum er bygt í 1994. Skipið hevur staðið á sølulista í góð tvey ár, men eingin áhugi er fyri skipinum, tó at onkur hendinga fyrispurningur er komin.

- Vit hava fingið onkrar fyrispurningar, men annars einki serligt. Vit høvdu eina avtalu við eitt felag um keyp av Jupiter, men grundarlagið hjá keyparunum broyttist í síðstu løtu, og síðani er einki hent aftur, sigur Dávið Jacobsen.

- Jupiter er eitt av elstu uppsjóvarskipunum í flotanum, og tað mest natúrliga hevði verið at selt Jupiter, men um keyparar eru til Finnur Fríða um man skuldi keypt Gitte Henning, so var talan um eina nýggja støðu, sum man skuldi tikið støðu til, sigur Davið Jacobsen.

Hava elsta flotan í Norðurlondum
Seinastu árini eru nógv nýggj skip bygd til okkara grannalond, men einki til Føroyar.

Reiðarar hava verið alment frammi og sagt, at síðan loyvini vórðu uppsøgd í 2008, hevur framtíðin verið so ótrygg, og tí er einki nýtt skip bygt eftir at loyvini vórðu søgd upp. Sagt hevur verið at nýggja fiskivinnulóggávan ikki hevur nóg góðar fortreytir til at byggja skip fyri, hetta tí at man ikki veit um hon er broytt tá reiðaríið fáa skipini handaði trý ár seinni.

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum er Tróndur í Gøtu, sum kom í føroyska flotan í 2010.

Skipið kom sum nýbygningur í flotan, og varð bygt í Skagen í Danmark.

- Okkara nýggjasta skip er Tróndur í Gøtu, sum er frá 2010, og sum dømi kunnu vit nevna, at reiðaríið, sum eigur skipið, sum vit hava leigað, hevur havt tvey nýggj skip, síðan vit fingu Tróndur í Gøtu, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.

Gitte Henning er bygt í 2018, og er tað óvanligt at selja skip so skjótt, men ofta eru skipini ikki meira enn eini trý til fimm ár, tá ið reiðaríið undirskrivar ein nýggjan byggisáttmála, og tí eru skipini ofta um átta ára aldur tá ið tey verða skift út hjá okkara grannalondum.

Skipið, sum Varðin hevur leigað, er knappar 91 metrar langt, og knappar 18 metrar breitt. Tróndur í Gøtu lastar 2700 tons meðan Gitte Henning lasta góð 900 tons meira - 3600 tons.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder