Innanlands

Dennis Holm á fundi við norska fiskimálaráðharran

Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av samstarvinum millum Føroyar og Norra sum grannalond og fiskiveiðitjóðir

2025-01-29 14:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er í hesum døgum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø, har alskyns viðurskifti, sum hava týdning fyri lond og fólk í arktiska økinum verða viðgjørd. Í tí sambandi var í gjár fundur við norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss.

Føroyar og Noreg hava gingið undan og skipað semjur um makrelfiskiskapin og fiskiskapin eftir norðhavssild í Norðuratlantshavi, og soleiðis tryggjað, at fiskiskapurin er vorðin meira burðardyggur.

Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av samstarvinum millum Føroyar og Norra sum grannalond og fiskiveiðitjóðir.

Á skránni vóru eisini sínámillum fiskiveiðiavtalan og áleikandi samráðingarnar í strandarlandahøpi. Næstu stigini í strandarlandasamráðingunum fevna um at fáa fleiri lond uppí makrelsemjuna og semjuna um norðhavssild, umframt at fáa gjørt semju um fiskiskapin eftir svartkjafti.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra, til Føroyar á vitjan í næstum.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder