Innanlands

Donsk skip hava eisini góðan fiskiskap eftir makreli

Isafold og Ruth komu inn við 1500 og 1800 tonsum av makreli

2020-01-08 06:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað eru ikki einans tey føroysku skipini, sum hava havt rok fiskiskap eftir makreli í ES sjógvi.

Donsku skipini Isafold og Ruth hava eisini havt góðan fiskiskap.

Fyrst at landa var Isafold, sum landaði 1500 tons av makreli í Hirtshals, og tá ið teir vórðu lidnir slapp Ruth framat við 1800 tonsum av makreli.

Veiðan varð síðan koyrd við bilum til Sæby, har veiðan skuldi virkast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder