2020-01-18 06:47
Donsku uppsjóvarskipini Ruth og Isafold, sum bæði hava heimstað í Hirtshals, skulu landa makrel í Føroyum.
Skipini hava verið til fiskiskap í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Ruth skal landa 1900 tons av makreli til Faroe Pelagic. Teir komu inn í nátt, og byrja at landa klokkan átta.
Isafold skal landa 850 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, og sleppa teir framat í kvøld tá ið Høgaberg er liðugur at landa sína last.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald