2023-12-16 20:47
Danska uppsjóvarskipið Astrid landar umleið 1.700 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, meðan Themis hevur landað umleið 1.000 tons av makreli til Varðan Pelagic.
Bæði skipini hava fiskað makrel í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Themis er farin aftur til fiskiskap, og í løtuni er Gøtunes ávegis á Tvøroyri við umleið 1.300 tonsum av sild.
Gøtunes hevur fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald