Uttanlands

Donsk uppsjóvarskip til fiskiskap á jólum

Ikki øll hava frí um jólini

Donsku uppsjóvarskipini Beinur og Isafold eru til fiskiskap í altjóða sjógvi um jólini (Mynd: Fishfatcs.fo)

Donsku uppsjóvarskipini Beinur og Isafold eru til fiskiskap í altjóða sjógvi um jólini (Mynd: Fishfatcs.fo)

2025-12-26 16:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Donsku uppsjóvarskipini Isafold og Beinur eru til fiskiskap í altjóða sjógvi nú um jólini.

Jólaaftan høvdu vit eina grein um at føroysku skipini hildu jólafrí, og at talan eisini var um fjarfiskaflotan, sum er heldur sjálsamt. 

[object Object]Danska uppsjóvarskipið Beinur lá á Havnini í fleiri dagar í vetur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Seinastu vikurnar hava vit sæð donsku skipini Beinur og Isafold við bryggju í Føroyum.

Beinur hevur ligið á Havnini og Isafold lá fyrst í Ánunum, og síðani stutt á Signabø.

[object Object]Isafold (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Stutt fyri jól loystu skipini, og settu kós móti fiskifeltinum í altjóða sjógvi. 

Danska uppsjóvarskipið Astrid liggur á Vági, har skipið hevur ligið í fleiri vikur.

Fleiri føroyingar sigla við donsku uppsjóvarskipunum Beinur, Isafold og Astrid.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder