Innanlands

Dragin fingið 75.000 krónur til umvælingar

Skúlaskipið Dragin stendur fyri umvælingum og stuðulin frá Lions Eysturoy/Klaksvík fer til at kalfatra skipið seinni í summar

Tummas Lervig frá Lions Eysturoy/Klaksvík, og skiparin á Draganum, Kári millum Garðarnar (Mynd: Lions Eysturoy/Klaksvík)

Tummas Lervig frá Lions Eysturoy/Klaksvík, og skiparin á Draganum, Kári millum Garðarnar (Mynd: Lions Eysturoy/Klaksvík)

2024-03-07 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 við 75.000 kr.

Á samkomu umborð á Draganum í gjár handaði presidenturin fyri Lions Eysturoy/Klaksvik, Tummas Lervig, skiparanum á Draganum, Kára millum Garðarnar, kekkin á 75.000 kr.

Dragin stendur fyri umvælingum á skrokkin og fer stuðulin til at kalfatra skipið seinni í summar.

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 fyrr við einari Iridium telefon.

Dragamenninir vóru sera takksamir fyri stuðulin og vegna teir takkaði Kári millum Garðarnar hjartaliga fyri kekkin.

Lions setur eisini stóran prís uppá tað stóra arbeiði sum er lagt í at varðveita seglskipini í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder