placeholder
Innanlands

Dronan sær og útgreinar fiskin

Royndarkoyrdu eina undirsjóvar dronu í Føroyum. Hon skal vera við til at effektivisera veiðuna

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-26 19:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyrst í juni mánaði vóru Jesper Kristensen og Max Appelgaard frá fyritøkunum Atlas Maridan og Atlas Elektronik í Føroyum og royndarkoyrdu eina undirsjóvar dronu. 

Í rúma tíð hava teir arbeitt við dronuni, sum eftir at vera slept niður í sjógvin, kann síggja, um fiskur er, hvar hann er, hvat slag av fiski er at síggja, og hvussu stórur hann er. Harvið kunnu upplýsningarnir “effektivisera” veiðuna, síggja og vónandi minka um hjáveiðuna og harvið hjálpa til við at fáa eina burðardygga veiðu.

Dronan er óivað best egnað, har skip og bátar royna við gørnum og nót, og har fiskurin stendur í stimum, men hon kann annars nýtast til ymiskan fiskiskap. 
Hendan dronan er stýrd gjøgnum ein kaðal, men ætlanin er, at framtíðar dronurnar skulu vera væl minni, vera fjarstýrdar ella skulu nærum stýra sær sjálvari alt eftir, hvar fiskur er at síggja.

Upplýsningarnar frá dronuni kunnu so síggjast á einum “displeyi”. Harvið verður fiskimaðurin kunnaður um støðuna undir og rundan um bátin.

Jesper og Max vænta, at komandi dronurnar fara at hava eina stødd, sum til dømis, ein 2 litrar sodavatnsfløska og skal vera haldfør. Prísurin fer væntandi at liggja um eina millión krónur.

Teir høvdu gjørt royndir við dronuni í Eystursjónum og í Oyrasundi, men har var ov lítið av fiski, og so var sjógvurin grumsutur. 

Í Føroyum vóna teir at síggja meiri fisk og so, ikki um at tala, í heimsins reinasta sjógvi – sum teir tóku til.

Teir høvdu leigað ein føroysktbygdan bát frá Boat.fo til royndirnar.  Spennandi verður at fylgja við, hvussu hon fer at roynast, og um føroyskir fiskimenn fara at fáa sær dronur.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder