Teir hava fiskað í Grønlandi, og eftir at hava roynt í íslendskum sjógvi, valdu teir at koma í føroyskan sjógv áðrenn teir skuldu landa.
O. Husby er bygt í 1998, og er eitt frystulínuskip, eins og nýggjastu línuskipini, sum eru komin í føroyska flotan seinastu árini.
- Vit hava fiskað kvotuna í Grønlandi, og eftir at vit bunkraðu og tóku proviant í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, valdu vit at royna í føroyskum sjógvi.
Teir hava 250 tons av toski, og nakað av hjáveiðu umborð. Tilsamans hava teir 360 tons, sum skulu landast í Ålesund.
Meðan teir vóru í føroyskum sjógvi, tóku teir nakrar dronumyndir í góðveðriðnum sunnudagin.
Upptøkan er tikin, meðan teir royna á sunnara kantinum á Føroyabanka uttan fyri stongda leið. Men smáligt var við fiskiskapi, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald