Innanlands

Eimskip selt Goðafoss og Laxfoss til Liberia

Eimskip hevur selt kendu farmaskipini Goðafoss og Laxfoss til eitt felag í Liberia

2020-02-05 21:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skipini Goðafoss og Laxfoss, sum er fyrrverandi Dettifoss, hava verið í flotanum hjá Eimskip seinastu 20 árini, og hava siglt uppá Føroyar líka síðan.

Farmaskipini, sum hava verið í sigling hjá Eimskip í 20 ár, skulu tó framvegis sigla fyri íslendska felagið til Eimskip hevur yvirtikið tveir nýbygningar, sum skulu avloysa hesi bæði, sum nú eru seld.

Tíðin er nú búgvin at biða systurskipunum farval, sum eru bygd í 1995, og tískil eru 25 ár.

Skipini eru seld til feløgini Melinda Maritime Ltd í Monrovia og Nova One, Maritime Inc í Liberia fyri góðar 26 milliónir krónir hvørt, og skulu flaggast um til Liberia í samband við søluna.

Hóast skipini eru seld, so skulu tey framvegis sigla fyri Eimskip í einatíð, og verða mannaði av íslendskum yvirmonnum.

Eimskip bíðar eftir tveimum nýbygningum, sum eru 2200 TEU til støddar. Nýggju skipini fáa nøvnini Dettifoss og Bruarfoss.

Bruarfoss skuldi latast Eimskip síðst í 2019, men í samband við royndarsiglingina, kom eldur í akselsgeneratorin, og skipið er tí seinkað í átta mánaðir.

Bæði tey nýggju skipini verða bygd í Kina.

[object Object]

[object Object]

Mynd: Nýggi Dettifoss sjósettur í Kina, skipið fær heimstað í Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder