Einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús var ávíst í føroyskum alifiski, og nøgdirnar av tungmetalum og lívrunnum eiturevnum vóru langt undir ásett mørk. Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum á hvørjum ári kannar, at laksur ikki inniheldur heilivágsleivdir og at innihaldi av óynsktum evnum er undir markvirðir. Samlaða tali av sýnum í 2018 var 637. Ætlandi vera umleið 600 sýnir tikin í ár.
Sýni kannað fyri tungmetal vístu lág virðir fyri kadmium, blýggj og kyksilvur (sí mynd av kyksilvur). Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lágt í øllum sýnum (sí mynd av dioksin+DL-PCB). Viðvíkjandi leivdum av antibiotika í livur og vødda, so vóru øll sýni negativ.
Tá hugt var eftir, hvar laksurin verður keyptur, so er niðanfyri topp 5 keyparalond av alilaksi í 2018:
Russland 35%, 20.990 tons
EU 28%, 16.473 tons
USA 18%, 10.490 tons
Kina 16%, 9.334 tons
Sameindu Emirríkini 2%, 908 tons
Fyrr fór bróðurparturin til EU-lond (79% í 2008), men nú er parturin fallin til 28% í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald