Innanlands

Eisini nýggj Gitte Henning

Nýbygningarnir í donsku uppsjóvarvinnuni leggjast afturat

Nýggja Gitte Henning (Mynd: Salt Ship Design)

Nýggja Gitte Henning (Mynd: Salt Ship Design)

2019-11-14 12:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danski reiðarin Henning Kjeldsen er skjótt klárur at kunngera nýbygning.

Í gjár gjørdist greitt, at Gullak Madsen, reiðari á Ruth, skal byggja eitt nýtt og stásiligt farð, sum verður størsta danska uppsjóvarskipið, men gleðin kann blíva stokkut.

Henning Kejeldsen úr Skagen, sum hevur havt metið fleiri ferðir, er í gongd við ein nýbygning eftir, at hann seldi undanfarnu Gitte Henning til Føroya.

Eingi mát eru almannakungjørd enn, men tað hevur ljóðað, at skipið skal vera ein metur breiðari enn undanfarna, og vil tað siga, at nýggja Gitte Henning verður heili 19 metrar breið. Hvussu langt skipið verður er tó ikki greitt, men undanfarna Gitte Henning er knappar 90 metrar lang.

Tað er fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur sniðgivið skipið, og sama felag teknaði eisini Gitte Henning 1, sum Varðin keypti fyrr í ár.

Les eisini: Nýggja Ruth verður størsta uppsjóvarskipið í danska flotanum

Les eisini: Gullak byggir nýtt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder